Bygnaðarbroytingar í bygnaðarbroytingum

Eldradepilin í Almannaverkinum er lagdur undir Menningardepilin, og deildarstjóri er send til hús við góðum 700.000 krónum í lummanum. – Hetta er eitt neyðugt stig at taka, sigur Eyðun Mohr Hansen, aðalstjóri og virkandi stjóri í Almannaverkinum

Enn ein stjóri er farin út úr Almannaverkinum við stórari fráfaringarløn. 5. juli skrivaði Petra Johnsdóttir Joensen undir fráfaringaravtalu við Almannamálaráðið. Hon var søgd úr starvi og fór til hús beinanvegin, men fær kortini fulla stjóraløn fram til oktober næsta ár. Tilsamans einar 700.000 krónur.
Nú hevur Gunnleyg Durhuus skrivað undir fráfaringaravtalu við Almannamálaráðið. Eisini hon fer til hús beinanvegin, men fær kortini deildarstjóraløn í meira enn 14 mánaðir. Ítøkiliga merkir gylta lógvatakið til Gunnleyg Durhuus, at Almannaverkið skal rinda henni 711.000 krónur.
Meðan tað var landsstýriskvinnan í almannamálum, sum fyrr í summar valdi at avhøvda sín almenna stjóra í kjalarvørrinum á nógvu rembingunum innan eldraøkið, so er almanna frágreiðingin hesaferð ”bygnaðarbroytingar.”
Til 3. september var Gunnleyg Durhuus depilsstjóri á Eldradeplinum í Almannaverkinum. Sambært tekstinum í fráfaringaravtaluni er virksemið hjá Eldradeplinum flutt inn undir Menningardepilin, og starvið sum depilsstjóri fyri Eldradepilin verður niðurlagt.

Bygnaðarbroytingar
Tað er annars ikki langt síðani, at Almannverkið framdi bygnaðarbroytingar. 15. oktober í fjør tók nýggj leiðsla við í einum nýggjum bygnaði í Almannverkinum. Nú skuldi arbeiðið skipast í fimm deplar. Ein Viðskiftadepil, ein Menningardepil, ein Trivnaðardepil, ein Veitingardepil og ein Eldradepil. Í tí sambandi vórðu settir fimm depilsstjórar.
Men nú, komið er inn í september 2013, er tíðin búgvin til nýggjar bygnaðarbroytingar.
- Tá mettu vit ikki, at tíðin var búgvin til, at eitt somikið stórt virkisøki sum eldrarøktin var integrerað í Almannaverkið. Men nú meti eg, at løtan er tann rætta. Nú er stundin búgvin til, at tað kann lata seg gera, soleiðis at vit integrera hetta økið í Menningardepilin, sigur Eyðun Mohr Hansen.
Umframt at vera aðalstjóri í Almannamálaráðnum hevur Eyðun Mohr Hansen eisini verið virkandi stjóri í Almannaverkinum, síðani Petra Johnsdóttir Joensen varð koyrd til hús.
Eyðun Mohr Hansen greiðir frá, at Gunnleyg Durhuus arbeiddi við eldraøkinum í gamla bygnaðinum, og tí varð hildið at vera natúrligt, at hon helt fram í nýggja bygnaðinum.
- Men nú haldi eg sum nevnt, at tíðin er búgvin til, at Eldradepilin verður integreraður í Menningardepilin, sigur Eyðun Mohr Hansen.
Eftir stendur tó, at Gunnleyg Durhuus fekk bara smáar 11 mánaðir sum depilsstjóri í nýggja bygnaðinum, áðrenn hon varð koyrd til hús við gyltum lógvataki.
Eyðun Mohr Hansen vil ikki gera viðmerkingar til, hví tað gevur henni rætt til fráfaringarløn í 14 mánaðir.
- Nei, tað havi eg ongar viðmerkingar til. Gunnleyg Durhuus hevur sum nevnt arbeitt sum stjóri fyri eldrarøktina í nógv ár. Og nú havi eg so gjørt eina fráfaringaravtalu við hana, sigur Eyðun Mohr Hansen.
Men hví var tá rætt at seta Gunnleyg Durhuus sum stjóra fyri Eldradepilin fyri 11 mánaðum síðani, tá sami Eldradepil í dag verður mettur óneyðugur at hava?
- Tá mettu vit tað ikki vera rætt at integrera Eldradepilin í Menningardepilin. Eg haldi í hvussu er, at nú er løtan rættari, sigur Eyðun Mohr Hansen.

Pengarnir
Fráfaringaravtalan við Gunnleyg Durhuus kostar Almannaverkinum 711.000 krónur. Tí spyrja vit aðalstjóran og virkandi stjóran á Almannaverkinum, hvussu tað ber tað, at Almannaráðið hevur ráð til at gjalda so nógvar pengar til ein persón, sum ikki er til arbeiðis.
- Tað havi eg ongar viðmerkingar til, sigur Eyðun Mohr Hansen.