Byggja út í tveimum stigum

Skjótt verður farið undir útbyggingina av leguhúsinum í Nesvík.

Í farna mánaði skrivaðu Kirkjuliga Heimamissiónin og Selmar Nielsen arkitektar undir sáttmála um projektering av uppíbyggingini av leguhúsinum við Nesvík.

Nú er arbeðið við projektering byrjað og skjótt verður klárt at bjóða arbeiðið út.

Símun P. Jacobsen, formaður í Kirkjuligu heimamissiónini, greiðir fyri Trúboðanum frá, at útbyggingin verður gjørd í tveimum stigum. Fyrra byggistig umfatar jørð, kloakk, betong, stál og annað. Síðani verður húsið innilokað.

- Arbeiðið er í gongd nú. Planeringin er gjørd, og skjótt verður klárt at byggja á stykkið, og tá ið projekteringin er liðug og fíggingin fingin til vega, verður arbeiðið boðið út, sigur hann, við Trúboðan.

Sum skilst er tað fyrst og fremst ein spurningur um fígging, hvat viðvíkur at gera arbeiðið liðugt. Heimamissiónin hevur ein part av fíggingini, men Símun P. Jacobsen sigur, at neyðugt er hjá fólki at geva, um teir skulu megna at fullfíggja útbyggingina.

- Arbeitt verður við tí fíggjarliga; bólkar eru í gongd við hetta. Onkur arbeiðir við at søkja pening úr grunnum uttanlands, onkur annar við fyritøkum í Føroyum, og aftur onkur annar við, at allir føroyingar kunnu fáa møguleikan at geva sítt íkast. Og við fígging er tað soleiðis, at jú meira kemur inn av peningi, tess skjótari náa vit málinum, sigur hann at enda.