Byggja út á Sundi fyri hundraðtals milliónir

Orkan á Sundi skal meiri enn tvífaldast, tí tað er neyðugt at hava stórar motorar, tá ið regn og vindur fara í summarfrí

Nú skal nýtt elorku verk byggjast á Sundi.

 

SEV sigur, at motorarnir á elverkinum á Sundi eru útlivaðir og tí er neyðugt at byggja nýtt elverk fyri at tryggja eina javna og støðuga streymveiting, tá ið vindur og regn fara í summarfrí, sum tikið verður til.

 

Sipað verður til, at vindur og vatn eru óstøðug orka, og tí er neyðugt at hava nokk av motorkraft at gera streym við, tá ið lítið er av vindi og vatni, fyri at tryggja eina javna og støðuga streymeiting.

 

Og tað er ikki hissini útbygging, sum skal gerast á Sundi. SEV skal nevniliga hava motorar uppá 48 MW til nýggja verkið á Sundi

 

Ætlanin er, at verkið verður liðugt eftir ársskiftið 2017-2018.

Dávur Reinert Hansen sigur, at útrokningar vísa, at saman við vindi og vatni, fer hetta fer at tryggja føroyingum javna og støðuga orku fram til 2028. Hann sigur, at eitt tíðarbil á 10 ár er hóskandi í hesum høpi.

 

- Hetta er eitt øki, sum er í stórari menning, og arbeiða vit við longri tíðarætlanum, er vandi fyri, at vit taka ov rívan til, og er tíðarbili styttri, er tað kanska í so skjótt, at byggjast má út eina ferð afturat.

 

Verkið, sum er á Sundi nú, er 35 MV, og sotatt verður orkan meiri enn tvífaldað, nú nýtt verk verður bygt.

 

- Tveir teir størstu motorarnar á  Sundi eru 25 MW tilsamans, og teir eru útlivaðir og tí er neyðugt at byggja nýtt, umframt at lagt verður upp fyri, at tørvurin á orku fer at økjast.

 

Enn er óvist, hvat útbyggingin á Sundi fer at kosta, men SEV arbeiðir við eini rættiliga rúmsáttari kostnaðarætlan, sum gongur frá 350 – 700 milliónir krónur.

 

Ein spurningur, sum ger kostnaðin óvissan enn, er, at tað er óvist, hvat tað kostar at koma niður um kravdu markvirðini fyri útláti av ymsum slagi.

 

Umframt motorarnar, skal SEV bygja nýggjan bygning til teir, umframt 150 metrar av atløgubryggju til ojubátar og eina oljugoymslu til 8000 kubikk, og tað er sum tann størri tangin, ið longu stendur á Sundi.