Byggja tveir nýggjar barnagarðar í Runavíkar kommunu

Í morgin, 22. september, verður spakin settur í fyri tveimum barnagørðum í Runavíkar Kommunu, annar í Søldarfirði og hin á Skála

Tað er Sp/f Búsetur, sum skal gera báðar barnagarðarnar, sum Palli Gregoriussen hevur teknað. Teir verða eins og bygdir samstundis.

Farið verður undir byggibúningina beinanvegin, og væntandi verður klárt at byggja umleið 1. november í ár. Kostnaðurin verður umleið 11 mió krónur fyri hvønn stovn. Eftir ætlan tekur byggingin 18 mánaðir, og verða stovnarnir sostatt klárir at taka í brúk á sumri í 2009, sigur Runavíkar kommuna.

Á hvørjum stovni eru fýra stovur, hvør við plássi fyri 18 barnagarðsbørnum. Verða stovurnar brúktar til vøggustovubørn, er pláss fyri 12 børnum í hvørjari.

Í sambandi við, at spakin verður settur í, verður høvi at síggja tekningar, sum hanga uppi í skúlunum í bygdunum báðum. Eisini verða røður hildnar og kommunan bjóðar ein drekkamunn. Á Skála verður byrjað millum skúlan og tannlæknastovuna klokkan 13.30 og í Søldarfirði norðanvert skúlan, oman fyri vegin, klokkan 15.