Skúlabygging
Nú skal felagsskúlin við Oyrabakka byggjast út.
Og tað er ikki hissini útbygging, tí tilsamans fer arbeiðið mett at kosta heilar 30,8 milliónir.
Hetta er sostatt eitt ódnartak hjá teimum sjey kommununum, sum vara av skúlanum.
Tær kommunurnar, sum standa saman um byggingina, eru tey seks kommunurnar, sum hava gjørt av at leggja saman í Sunda Kommunu. Tær eru Sunda- Hósvíkar- Haldarsvíkar- Gjáar- Saksunar- og Hvalvíkar Kommuna.
Men afturat teimum er Eiðis Kommuna við í útbyggingini.
Tað er Sofus Johannesen, sum er formaður í stýrinum fyri felagsskúlan.
Hann sigur, at skúlin varð bygdir í 1974. Tað vóru norðmenn, sum bygdi hann og teir mettu, at krøvini til skúlabygging broyttust so skjótt, at tað loysti seg ikki at byggja skúlar, sum hildu í meiri enn 20 ár.
Nú er Felagsskúlin 30 ár og treingir til ábøtir.
Sofus Johannesen sigur, at innan skal ein stórur partur av skúlanum takast niður og byggjast av nýggjum, eins og hann skal byggjast út.
Tilsamans er arbeiðið mett at kosta 30,8 milliónir.
Tað er eitt stórt tak hjá hesum kommununum at fara undir. Men samstundis er tað greitt, at hesar 30,8 milliónirnar eru avgjørt markið fyri, hvussu nógv útbyggingin skal kosta.
Formaðurin í stýrinum fyri skúlan sigur, at ætlanin er at bjóða arbeiðið út í næstum og at fara undir tað tíðliga í summar.
Men arbeiðið er so umfatandi, at tað fer at taka eini tvey, trý ár.
Í tí partinum, sum skal takast niður og byggjast av nýggjum, er ætlanin at gera skúlastovurnar størri. Í løtuni eru tær einar 50 fermetrar, men tær nýggju stovurnar verða einar 65 fermetrar.
Annars er ætlanin at byggja nýggjar serstovur, nýggja skúlahøll og matstovu. Harumframt skulu eisini umklæðingarrúmini til fimleikarhøllina og svimjihøllina, gerast.
Sofus Johannesen sigur, at hóast hetta er eitt tungt tak, er hetta neyðugt fyri at ganga undir treytunum í nýggju skúlalógini.
? Tað er ógvuliga umráðandi at hava ein góðan skúla.
Á Oyrabakka ganga 115-120 næmingar í framhaldsdeildini. Men børn úr bygdarskúlunum, sum eru við í skúlanum, eru eisini á Oyrabakka og svimja og gera fimleik Sofus Johannesen væntar, at børnini úr bygdarskúlunum koma at brúka nøkur av serstovununum.
Hann sigur, at kommunurnar, sum eru saman um arbeiðið, hava samtykt at gera arbeiðið.
Men nú fíggjarætlanin er løgd, skulu tær eisini góðtaka hana og at betala sín part av arbeiðnum.










