Byggja skúlan út

Barnaskúlin á Oyrarbakka er vorðin ov lítil og verður bygdur út, so hann lýkur tey krøv, skúlalógin setir

Oyrarbakki: Barnaskúlin á Oyrarbakka, har børn frá Norðskála, Oyrarbakka og Oyri ganga, er vorðin ov lítil og verður nú bygdur út.

Byggjast skal upp í skúlan norður eftir, har tvær skúlastovur verða gjørdar. Eisini skal ein forhøll við inngongd byggjast oman úr verandi skúla, har inngongdin er í dag.

Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður í Sunda Kommunu, sigur, at útbyggingin, farið er undir nú, er neyðug fyri at ganga tí tørvi, sum skúlalógin setir til barnaskúlarnar, á møti.

Skúlin skal millum annað hava teldur, og tað er ikki rætt at seta tær bara onkustaðni hissini í skúlanum, heldur bygdarráðsformaðurin. Tí er neyðugt at hava eina stovu til tær. Og tá hon ikki er til, má hon byggjast uppí, sigur hann. So einfalt er tað.

Útbyggingin verður gjørd í tveimum, sigur Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður. Fyrra byggistigið er at loka uppíbyggingina norður eftir inni. Annað stigið verður at gera forhøllina og innrætta tilbygningin.

Fyrra byggistigið skal eftir ætlan verða liðugt í ár, meðan restin skal gerast komandi ár. Ætlanin er, at samlaða útbyggingin skal vera liðug og klár at taka í nýtslu komandi skúlaár aftur, sigur bygdarráðsformaðurin í Sunda Kommunu.

Samlaði kostnaðurin fyri útbyggingina verður 2,4 milliónir krónur. Fyrra byggistigið fer at kosta 1,6 millión krónur, sum fara av fíggjaætlanini fyri ár 2000. Restin fer so av komandi fíggjarætlan, sigur Hjalgrím Dahl.

Hann heldur annars, at tann íløguætlanin, sum fíggjarmálaráðharrin hevur boðað frá, man fara at verða rímiliga tronglig hjá fleiri kommunum. Í hvussu er metir hann, at kommunurnar fram við Sundalagnum fara at hava størri tørv, enn tað í løtuni sær út til, at fíggjarmálaráðharrin ætlar teimum.

Barnaskúlin og Felagsskúlin á Oyrarbakka liggja lið um lið, og tí eru góðir møguleikar fyri samstarvi skúlanna millum. Eitt nú er avtala um brúk av fimleikarhøll og slíkum møguleikum, sum Felagsskúlin hevur, og tí ikki er neyðugt at hava í barnaskúlanum eisini, sigur Hjalgrím Dahl, bygdarráðsformaður í Sunda Kommunu.

Eisini aðrir stovnar hjá kommununi brúka Felagsskúlan. Eitt nú eru børnini í Dagstovninum á Oyri eina feð um vikuna í fimleikarhøllini og spæla.