Byggja sín egna dreymabát

BÁTASMÍÐ Tað var tann tíð, tá eitt skip fyri og annað eftir fór av bakkastokki á Skála Skipasmiðju. Soleiðis er ikki longur, nú nógv ár eru liðin síðani seinasta nýbygningin. Men seinni í ár verður kortini ein bátur sjósettur av skipasmiðjuni - ein útróðrarbátur við navninum Sjóbjørnin.

Skála: - Vit byrjaðu í november mánaði, men tað sæst ikki so nógv eftir.
- Men eg vil tó siga, at tað drúgvasta arbeiðið er longu gjørt, sigur Oluf Johannesen á Skála
Saman við tveimum øðrum, John Høj og John Johannesen, hevur hann sett sær fyri at halda lív í føroyskum skipasmíði - og tað á staðnum, har skip í hópatali eru bygd.
Her á teirri fyrrverandi Skála Skipasmiðju, men sum nú ber heitið MEST, eru teir farnir undir at byggja sín egna bát. Hóast báturin skal ganga rímiliga skjótt, er talan tó ikki um ein vanligan speed-bát.
- Tá tilfarið kemur, fara vit av álvara í gongd aftur, siga teir báðir Oluf Johannesen og John Høj.


Í sving
Teir tríggir røsku og virkishugaðu dreingirnir hava havt sína dagligu gongd her á skipasmiðjuni tey seinnu árini.
Hjá Olufi og John sæst nú eisini ein endi á lærutíðini. Men áðrenn ta tíð, er ætlanin at tað stóra sveinastykkið skal fáast frá hond og sjósetast: Útróðrarbáturin, sum teir so leingi hava droymt um.
Júst hví teir fóru undir hesa verkætlanina, duga teir ikki heilt nágreiniliga at siga frá. Hetta er uttan iva ein samanrenning av áhuga fyri skipasmíði, og ein stórur hugur at skapa og útinna eitt stórverk við egnum hondum.
- Vit tríggir snakkaðu um hetta í eina tíð. Og so, - ja, so fóru vit bara í sving, greiðir Oluf frá.
Ætlanin hjá teimum trimum vinmonnunum er at útgerða bátin soleiðis, at teir kunnu fiska við honum.
- Tað er ikki meiri enn tað, siga teir.

Drev
Eftir at hava tosað saman í eina tíð, varð kjølurin á bátinum lagdur í november mánaði í fjør.
“Kjølur”, er ov nógv sagt, tí báturin hevur í roynd og veru ikki kjøl, men eitt drev teir kalla, eins og myndin av íslendska modellinum hevur.
Ætlan teirra er at innrætta bátin soleiðis, at teir eisini skulu kunna sova umborð. Hinvegin er ætlanin, at báturin skal kunna brúkast til at rógva út við.
- Vit hava sett okkum fyri at gera eina last, og sum fer at kunna rúma eitt hálvt tons.
- Okkum dámar sera væl at vera á floti, men vit higartil ikki havt nakran bát - altso ikki fyrrenn nú, ið vit fara at fáa okkara egna bát, siga teir við einum brosi.

Bíða og bíða
Tá vit vitjaðu á skipasmiðjuni mikudagin hevði arbeiðið ligið stilt í eina tíð, vegna tað at teimum vantaði tilfar. Hetta fáa teir til vega frá arbeiðsplássi sínum.
- Vit hava bílagt tað, men tað er bara ikki komið enn. Tí mugu vit bara bíða og bíða eftir tilfarinum, og TAÐ er rættiliga óinteressant, siga teir báðir við ein munn.
Tilfarið skuldi koma í farnu viku - og í vikuni frammanundan. Men fyri eini viku síðani var tað í øllum førum ikki komið.
- So, eg veit ikki, nær tað kemur. Vit fáa so einki gjørt uttan tilfar.




Modell 800
Eitt er sjálvandi at fáa eitt hugskot um ein bát. Annað er, hvussu ein fer í gongd og fær hendur á tekningunum.
Her hevur alnetið verið teimum til stóra hjálp. Á byggiplássinum hava teir liggjandi eina tekning av bátinum og nærri lýsing av teim einstøku lutunum, ið skapa ein slíkan bát.
- Vit komu fram á eitt bátaslag sum eitur Sómi og er úr Íslandi. Okkara bátur verður eitt modell 800, greiðir John Høj frá.
Bátur teirra verður um 8 metrar langur og 2,5 metrar breiður, og skal útgerast við øllum tí, sum krevst til ein slíkan bát.
- Og sjálvandi, - hetta kemur at kosta okkum nokkso nógv, sláa teir báðir fast, uttan tó at nevna nakra upphædd.
- Tað skal fáast eitt sindur inn aftur við at fiska, men um vit klára at vinna kostnaðin innaftur, - tað er ein onnur søk.


fyri seg


Eftir arbeiðstíð
Tað krevur sjálvandi sín mann og ikki minst sína tíð at byggja ein slíkan bát.
Teir hava longu brúkt nógvar tímar til hetta arbeiðið. Teir mangan farnir beinleiðis til bátin, tá arbeiðsdagurin á skipasmiðjuni var liðugur. Og annars hava teir brúkt ein stóran part av frítíð síni til hesa verkætlanina.
Í seinastu hevur arbeiðið tó ligið mestsum stilt, - fyrst og fremst orsakað av vantandi tilfari, og í øðrum lagi av arbeiði.
- Tað hevur verið sera nógv at gjørt her á skipasmiðjuni í seinastuni. Vit hava arbeitt nógv yvir, og tí hevur ikki verið so nógv tíð til okkara prosjekt, siga teir báðir, Oluf og John.
Liðin er næstan ein mánaður síðani teir seinast arbeiddu uppá bátin. Men hetta hevur kortini ikki tikið arbeiðshugin frá teimum.
- Vit ætla, at báturin skal sjósetast einaferð í heyst, kanska í august ella september. Men nú fáa vit at síggja.