Byggja røktar og ellisheim fyri økt skattaprosent

Fuglafjarðar kommuna hevur økt skattaprosentið við einum prosenti, úr 18,9 í 2002 uppí 19,9 í 2003. Meirinntøkan verður oyramerkt til bygging av einum røktar-og ellisheimi í Fuglafirði

Eldraøkið

Fuglafjarðar kommuna telist millum tær kommunur, sum vilja gera nakað ítøkiligt fyri tey gomlu og avlamnu. Nøkur ár herfyri læt kommunan byggja eitt eldrasambýli, og í fjør varð eisini kjallarin í sambýlinum innrættaður, soleiðis at pláss er fyri fleiri fólkum. At kalla alt arbeiði er gjørt av fólki hjá og í kommununi ? heilt frá tekniborðinum til tað hugnaliga og snotuliga býlið, ið nú er karmur um tilveruna hjá teimum gomlu, sum búgva har.

Økt skattaprosent

Við hátíðarløtuna, tá ið kjallarin alment varð tikin í nýtslu, segði býráðsformaðurin í Fuglafirði, Sigurd Simonsen, at kommunan eisini hevur ætlanir um at byggja eitt ellis-og røktarheim í Fuglafirði.
- Vit umhugsa at hækka skattaprosentið við tí endamáli at byggja eitt ellis-og røktarheim, segði hann.
Og tað er hetta, sum kommunan nú hevur gjørt.
- Skattaprosentið er økt úr 18,9 í 2002 uppí 19,9 í 2003. Inntøkan av hesum prosentinum verður oyramerkt til bygging av ellis-og røktarheiminum, sigur býráðsformaðurin.
Hann vísir á, at byggingin við hesum verður løgd uttanfyri íløgukarmin hjá kommununi.

20 búfólk

Ætlanin hjá Fuglafjarðar kommunu er at brúka einar 10 milj. krónur trý tey næstu árini til hesa bygging. Síðan væntar kommunan, at landið kemur við øðrum 10 milj. krónum til endamálið.
- Málið er soleiðis at byggja eitt ellis-og røktarheim fyri einar 20
milj. krónur, har pláss í fyrsta lagi verður fyri 20 fólkum, sigur Sigurd.
Royndirnar av at byggja Vesturstovu, sum eldrasambýlið eitur,
eru tó so góðar, at býráðsformaðurin væntar ikki, at kostnaðurin av ellis-og røktarheiminum verður 1 milj. krónur fyri hvørt búfólk, ið annars er vanligt, tá ið slík bygging fer fram.
Umsókn er send myndugleikunum um at hjálpa til við byggingini, og Sigurd Simonsen heldur, at landsmyndugleikarnir áttu at fegnast um, at kommunur taka slík stig, sum Fuglafjarðar kommuna í hesum førinum hevur gjørt.
Ætlandi verður ellis-og røktarheimið í Fuglafirði bygt úti á vestara landinum.
- Verður spakin settur í eftir summarfrítíðina, sum ætlanin er, klára vit at brúka tann peningin í ár, sum fellur til hesa bygging, sigur hann.

Ikki við

Nú ellis-og røktarheimið í Runavík, sum kommunur í Eysturoy eru saman um, verður útbygt, tekur Fuglafjarðar kommuna ikki lut í hesi útbygging.
- Vit fara at brúka sama leist hesaferð, sum við øðrum kommunalum byggingum her í kommununi seinastu árini. Vit fara at tekna húsið á teknistovuni hjá kommununi og gera alt sjálvir, sum vit nú einaferð eru førir fyri. Á henda hátt vænta vit, at ellis-og røktarheimið kann byggjast fyri minni enn eina milj. krónur fyri hvørt búfólk, sigur Sigurd Simonsen, býráðsformaður, at enda.