Byggja nýggjan skúla í Klaksvík

Klaksvíkar kommuna fer nú undir at byggja nýggjan 4-sporaðan skúla.

Klaksvíkar kommuna fer nú undir at byggja nýggjan 4-sporaðan skúla. Skúlin skal lúka øll nútímans krøv og veita fyrstafloks umstøður til skúlabørnini.

 

- Vit í býráðsmeirilutanum hava sett okkum fyri, at nú skal skúlin raðfestast sum nummar eitt í Klaksvíkar Kommunu, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, í tíðindaskrivi.

 

Fyrsta byggistig, sum fer í gongd í næstum, er kostnaðarmett til umleið 100 mió. kr. og verður liðugt í 2018. Hetta byggistigið fevnir um: Ÿ Heimaøki, 1.-9. flokk, Ÿ Serskúla, Ÿ Felagshøll við tænastu­depli og matarhøll og Ÿ Útiøki/skúlagarð v.m

 

Jógvan Skorheim gleðist stórliga um, at tað hevur eydnast at raðfesta Serskúlan ovast. Hølir til Serskúlan verða bygd sum partur av 1. Byggistigi.

 

Samanumtikið hava vit valt at byggja 4 spor, bæði fyri at skapa karmar fyri fjørbroyttari undirvísing og fyri ikki at renna okkum í ov trongar karmar komandi árini. Eitt nú verða møguleikar at hava tvílæraraæraraskipan inni í skúlanum og at veita eina góða undirvísing, sigur Jógvan Skorheim.

 

Fyri at fíggja skúlan verður kommunuskatturin hækkaður við 0,5% í byggitíðini.