Byggja fyrsta kjarnorkuverkið síðani 1978

Í USA hevur tað serliga kjarnorkuráðið góðkent eina ætlan um at byggja eitt kjarnorkuverk í statinum Georgia, og er hetta fyrstu ferð síðani 1978, at myndugleikarnir góðkenna eina tílíka byggiætlan.

Formaðurin í kjarnorkuráðnum, Gregeory Jaczko, var ímóti at lata byggiloyvi. Hann sigur við fjølmiðlarnar, at vanlukkan á kjarnorkuverkinum í Fukushima í Japan í fjør vísir, at myndugleikarnir eiga at vera sera varnir við at byggja fleiri verk. Tí atkvøddi hann ímóti.

Tað nýggja verkið í Georgia skal hava tveir reaktorar.