Byggja aftur á Vestara Áarbakka

Hóast áheitanir úr fleiri londum sýtti ísraelska stjórnin fyri at leingja tann níggju mánaðir langa byggisteðgin á Vestara Áarbakka, sum tiskil fór úr gildi á midnátt í gjárkvøldi lokala tíð.

Altjóða tíðindastovurnar skrivaðu í gjárkvøldið, at fólk stóðu klár at fara undir at byggja, so skjótt klokkan fór av midnátt.

Palestinski forsetin, Mahmoud Abbas, hevur fleiri ferðir hótt við at slíta friðarsamráðingarnar, sum júst eru tiknar uppaftur, men í gjár segði hann, at hann fer ikki frá samráðingarborðinum alt fyri eitt. Sum skilst fer palestinski forsetin at ráðføra seg við Arabisku Samgonguna fyrst.

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur í sínum lagi sagt, at byggisteðgurin hevur ikki fingið palestinsku myndugleikarnar at taka nóg munagóð stig fyri varandi friði. Tí var eingin orsøk til at leingja steðgin, segði hann.