Tann kinesiska byggifyritøkan Broad Sustainable Building (BSB) sigur seg vera til reiðar at byggja heimsins hægsta bygning eftir trimum mánaðum. Bygningurin, sum verður 838 metrar høgur, skal byggjast í kinesiska býnum Changsha og fær navnið Sky City. Hæddirnar verða 220 í tali.
Í dag er Burji Khalida-bygningurin í Dubai tann hægsti í heimnum. Hann er 828 metrar til hæddar, og tað tók meiri enn fimm ár at byggja hann.
BSB skrivaði í síðstu viku undir byggisáttmála við myndugleikarnar í Changsha, men bíðar enn eftir góðkenning úr Beijing. Stjórin í byggifyritøkuni sigur við almennu kinesisku tíðindastovuna Xinhua, at ætlanin er at fara undir byggingina í november í ár, og at bygningurin skal takast í nýtslu í januar næsta ár. Hann ivast ikki í, at byggimyndugleikarnir fara at góðkenna verkætlanina.









