Byggipallurin við Hotel Hafnia fór í storminum

So at siga eingin skaði stóðst av, at ein byggipallur, sum stóð uttan um nýggju elevatorskaktina hjá Hotel Hafnia fór í storminum í morgun um fimmtíðina.

 

Byggipallurin stóð á vestaru síðu á Hotel Hafnia. Tað er tann síðan, sum vendir ímóti Avhaldsbrekkuni og Havnar kirkju.

 

Tá in.fo vitjaði á staðnum seinnapartin høvdu teir skorið um helvtina av byggipallinum niður petti fyri petti.

 

Einasti sjónligi skaði – umframt á sjálvan byggipallin – eru onkrir rútar á svalanum á nýggja Panorama. Hetta eru rútar, sum eru gyrðing á nýggja svalanum, sum eru brotnaðir. Grannahús og hotellið annars hava ongan skaða fingið.

 

TRÝST HER fyri at síggja fleiri myndir av byggipallinum við Hotel Hafnia.