Bygdaráðið fer at akta fólksins vilja

Um tvær vikur verður fólkaatkvøða í Kvívík um, hvørjum kommunum, kvívíkingar skulu samstarva við og borgarstjórin sigur, at bygdaráðið fer at lurta eftir fólksins vilja

- Tað er ongin ivi, at vit fara at fylgja fólksins vilja.

hósdagin 11. juni, skulu kvívíkingar á fólkaatkvøðu at siga sína hugsan um, hvørja kommunu, Kvívík skal samstarva við í framtíðini.

Og Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík, lovar longu nú, at bygdaráðið fer at akta fólksins vilja og at gera eftir úrslitinum av atkvøðugreiðsluni.

- Hóast tað er bygdaráðið, sum tekur formligu avgerðina, er tað greitt, at vit fara at taka fólkaatkvøðuna til eftirtektar, sigur hann.

- Gera vit ikki tað, er heldur ongin orsøk til at hava fólkaatkvøðu, leggur hann afturat.


Tríggjar møguleikar

Í gjárkvøldið var borgarafundur í Kvívík um framtíðar samstarv hjá Kvívíkar Kommunu, har væl av fólki varð møtt upp og tað tekur borgarstjórin sum tekin um, at hetta er ein spurningur, sum hevur almennan áhuga.

Á fundinum var eisini Hilmar Høgenni í innlendismálaráðnum komin at greiða kvívíkingum frá tí tekniska partinum av tí, sum tey skulu taka støðu til á fólkaatkvøðuni.

Dánjal Petur Müller leggur dent á, at tað, sum kvívikingar skulu taka støðu til, er ikki at leggja Kvívíkar Kommunu saman við nakarari aðrari kommunu.

Talan er eina og aleina um at taka støðu til, hvørja kommunu, vit skulu samstarva við framyvir, sigur hann.

Tá ið spurningurin er uppi nú, er tí, at landsstýrið hevur álagt kvívíkingum at taka støðu til málið fyri 1. oktober, annars tekur landsstýrið avgerðina einsamalt.

Landsstýrið hevur eisini gjørt av, at Vestmanna og Kvívík skulu fara í sama kommunula samstarv og kommunurnar báðar fingu tríggjar kostir í at velja.

Ein møguleiki er at gera sum vestmenningar og velja at samstarva við Tórshavnar Kommunu. Ein annar møguleiki er at samstarva við kommunurnar í Sundalagnum og triði møguleikin er at samstarva við vesturøkið, sum er Vága Kommuna og Sørvágur.

Vestmenningar hava longu tikið støðu til at samstarva saman við Streymoynni, sum í veruleikanum merkir Tórshavnar Kommunu.


Heldur vestur eftir

Hóast vestmenningar longu hava gjørt av at krøkja seg upp í Tórshavnar Kommunu, heldur Dánjal Petur Müller, at kvívíkingar hava ein veruligan valmøguleika.

- Velja kvívíkingar at samstarva við Tórshavnar Kommunu, loysir trupulleikin seg av sær sjálvum. Men velja teir annan av hinum møguleikunum, er tað ein spurningur, sum vit mugu taka upp við landsstýrið, tá ið tann støðan fyriliggur.

Sjálvur heldur borgarstjórin at tað skilabesta hjá kvívíkingum er at samstarva vestureftir við Vágar, heldur enn við Tórshavnar kommunu.

- Tórshavnar Kommuna er so stór, at tað er vandi fyri, at vit drukna í henni. Velja vit at samstarva vestureftir, eru vit ikki so lítlir í tí samstarvinum, at vit ikki fáa eitt orð at siga, heldur hann.

Hinvegin er hann ikki fyri, at leggja Kvívíkar kommunu beinleiðis saman við aðrari kommunu.

- Eg haldi, at vit eiga at samstarva fyrst og at vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit leggja saman, tí hava vit fyrst lagt saman, vendst ikki aftur.

Hinvegin ivast hann ikki í, at hendan fólkatkvøðan um samstarvsøki, verður ein forsmakkur upp á, hvønn veg Kvívíkar Kommuna skal fara, táið kommunurnar skulu leggjast saman.

Og tað verður longu næsta ár, tí landsstýrið hevur sett sær fyri at frá 1. januar í 2011 skal alt landið verða lagt saman í einar sjey kommunur.