Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at taka húsini, sum stóðu niðan fyri vegin í Saltnesi, burtur.
Tað er Landsverk, sum tekur húsini.
Tá Portalurin tók hesa myndina, var ein partur av húsunum tikin, og nú eru tey burtur.
Soleiðis broytist eisini bygdamyndin í Nes kommunu.
Tað er Anna Hansen, sum nú er á eldrasambýlinum Vesturskin á Toftum, sum átti húsini.