Bygdamenning - økismenning

SEINASTU tíðina hevur eitt nýtt orð ella hugtak stungis seg fram í almenna orðaskiftinum. Tað er ?ØKISMENNING?. Við hesum verður sjálvandi sipað til hetta at menna tey ymsu økini í landinum - at geva øllum landinum og búplássum í landinum at vera við í tilrættaleggingini av framtíðar samfelagnum. Vit kenna øll orðið ella hugtakið bygdamenning, sum einaferð var eitt tað mest brúkt orðið í tí almenna tjakinum. Í hvønn mun skulu vit royna at varðveita bygdirnar - hvussu veg gongur tað við bygdunum - eru tað so spakuliga við at avtoftast, í hvussu er tær, sum liggja úti í útjaðaranum. Vit høvdu hetta orðaskiftið í 80-unum serstakliga, og nú vit eru farin inn í ár 2000 tykist tað sum um at politikarar og onnur eru við at kveikja nýtt lív í hugtakið og hava valt at tosa um økismenning heldur enn um bygdamenning.

FRÁ politiskari síðu hevur man so eisini roynt at gera vart við málið og hava bæði andstøðuflokkar og samgonguflokkar tikið málið upp. Men sum altíð er ósemja um, hvussu hetta skal gerast og um nokk verður gjørt. Nú er so eisini komið upp í orðaskiftið, at fullveldið er við at køva ítøkilig stig til at fáa gjørt nakað við økismenningina, tí økismenning kostar. Føroyar eru oyggjaland, og tí er ein fortreyt fyri økismenning ein góður infrastrukturur. Tí vil hann altíð vera sera sentralur í tjakinum um økismenning. Men arbeiðspláss, undirvísingarstovnar og rætt og slætt umstøður fyri eini dagligari tilveru á plássunum úti um landi eru sjálvar grundsúlurnar í einum økismenningarpolitikki.


SPURNINGURIN um økismenning - um at kunna varðveita verandi bústaðmynstur í samfelagnum, er ikki bara ein spurningur um infrastruktur, arbeiðspláss, skúlar ol. Tað er eisini ein spurningur um at varðveita og hjúkla um okkara mentan fyri ikki at siga okkara mentanarliga arv. Ímyndað vit okkum eitt samfelag, har alt virksemi og lív bara er fyrigongur í einum meginøki, tá skulu vit eisini vera greið yvir, at vit fara at missa burt stór virði, sum eru bygd upp gjøgnum mong mong hundrað ár. Ein kann so seta spurningin, um tað ber til at seta seg upp í móti útviklinginum? Um nøkur meining er í at tvinga fólk og íløgur til pláss í landinum, har fólk ikki vilja vera? Neyvan er nakað hetta ein spurningur um svart ella hvítt eins og í øllum øðrum lívsins viðurskiftum. Spurningurin eftir okkara tykki er í hvønn mun tað ber til og í hvønn mun vit eiga at tilrættaleggja framtíðar útviklingin, soleiðis at hetta gevur ymsu økjunum úti um landið betri gróðrarumstøður.


EFTIR okkara tykki er eingin ivi um, at føroyskir politikarar í hesi nýggju øldini eiga at hava økismenningina sum eitt av sínum fremstu málum. Harvið siga vit ikki, at útviklingurin í hesum landi skal stýrast órationelt og uttan um allar marknaðarkreftir. Eftir okkara tykki má talan vera um eina javnvág, soleiðis at fríu marknaðarkreftirnar ikki fáa heilt frítt spæl eins og tað heldur ikki ber til at varðveita og byggja dupultfunktiónir kring landið við teimum avmarkaðu fíggjarmøguleikunum, sum verða. Tí er talan um ein bæði og politikk. Men kanst tú í landspolitikkinum alla tíðina hava økismenningina í huganum, tá er nógv vunnið. Vit hava júst havt eitt sera hart orðaskifti um Suðuroynna sum miðdepil fyri øllum oljuvirksemi. Tá ein nýggj vinna stingur seg upp er einki meira enn náttúrligt at seta spurningin: hví ikki ?stýra? vinnuni til at skapa virksemi í økjum sum eitt nú Suðuroynni. Hinvegin koppar málið á skal tað lóggevast um, at ein ávís vinna bara skal kunna vera á einum ávísum øki í landinum. Spurningurin er at finna gylta millumvegin, um hann í heila tikið finst. Endaliga avgerðin í málinum verður av summum tulkað sum at økismenningin tapti men av øðrum sum at nú letur man dyrnar standa opnar kortini. Hvussu og ikki, so nyttar lítið um økismenning bert skal byggja á orð og ikki gerðir. Tí eiga allir politikarar at bróta upp um armar og geva økismenningarhugtakinum stóran ans. Og royna at geva tí lív. Sosialurin vil gera sítt til at seta ljóskastaran á økismenningina og vónandi fara lesararnir at hjálpa okkum við at siga sína hugsan og koma við hugskotum.