Bústaðarætlan í kommunu við ókeypis barnaansing

Í einari kommunu, sum hevur ókeypis barnaansing, arbeiða tey nú bæði við einari útstykkingarætlan og einari ætlan um íbúðarbygging.

 

 

Av fáum kommunum í Føroyum, har einki skal gjaldast fyri barnaansing, er Hvannasunds kommuna ein. Ein onnur er Kvívíkar kommuna, sum ikki hevur kravt ansingargjøld í fleiri ár.

 

Í dag boða tey í Hvannasunds kommunu frá, at tey arbeiða við einari útstykkingarætlan í Hvannasundi, har møguleiki eisini verður fyri bygging av íbúðum.  

 

- Áhugaði kunnu venda sær til kommunuskrivstovuna ella senda teldupost til hvannasund@hvannasund.fo, siga tey í kommununi í dag.

 

Í kommununi er dagstovnurin - ella Barnahúsið Imba, sum hevur bæði vøggustovu, barnagarð, forskúla og frítíðarskúla.

 

- Her er frí barnaansing, gera tey eisini greitt í Hvannasunds kommunu.

 

Á Fossanesi er skúli, har børn ganga í 1. flokki og upp í 7. flokk. 

 

Fólk eru altíð vælkomin at venda sær til kommunuskrivstovuna, sum er opin mánadag, mikudag og hósdag frá klokkan 10 til 14.

 

##med2##