Bussurin væl áleiðis

Fyri góðum árið síðani varð byrjað at savna inn pening til ein buss á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Seinasta leygardag varð skipað fyri eini uppboðssølu við málningum, sum lands- og lokalpolitikkarar høvdu málað, og eisini var okkurt verkið hjá kendum listarfólki við

Tórshavn: Psykiatriska deild fekk 95.000 krónur inn á uppboðssøluni leygardagin, og hetta eru tey sjálvandi fegin um.
? Vit høvdu 55 málningar við, og prísirnir svingaðu frá 200 krónum til 6000 krónur, sigur Æna Reinert, sum er ein av stigtakarunum.
Góð 200 fólk vóru komin saman henda seinnapartin á Landssjúkrahúsinum. Byrjanin var kanska eitt sindur stirvin, men sum frá leið, varð uppboðssølan lívlig og stuttlig, og tað syrgdi Rasmus Magnussen fyri. Tilsamans tók tað umleið tveir tímar at selja allar málningarnar.
? Nú vanta bert okkurt um 20.000 krónur, so hava vit nóg mikið til bussin. Uppboðssølan var avgjørt eitt sera gott íkast til innsavningina. Vit hava annars havt ymisk tiltøk til at savna pening inn, og fólk sum heild hava verið ógvuliga positiv hesum viðvíkjandi, og stovnar og onnur hava eisini latið stuðul, og hetta eru vit ógvuliga takksom fyri, sigur Æna Reinert.
Tey á psykiatrisku deild eru ógvuliga glað fyri, at fólk hava tikið so væl undir við tiltakinum, og í nærmastu framtíð verður helst møguligt hjá teimum at keypa bussin, sum fer at geva sjúklingunum á deildini nógv betri møguleikar.