Ein bussur við 50 ferðafólkum koppaði í morgun norðaliga á donsku oynni Bornholm. Millum 25 og 30 fólk hava fingið skaða, nøkur eru álvarsligan skadd.
Fimm sjúkrabilar eru á Bornholm, og fýra av teimum eru send á vanlukkustaðið, og fleiri tyrlur eru farnar til oynna.
Ein tyrla er farin til blóðbankan á Ríkissjúkrahúsinum, og læknar eru eisini sendir av meginøkinum til Bornholm.