? Tá útgangsstøðið er, at tað skal kosta minni, og at tað skal koyrast minni, so fæst einki skilagott burtur. Tað sigur Leivur Hansen, sum umboðar minnilutan, Tjóveldisflokkin og Javnaðarflokkin, í Teknisku nevnd hjá Tórshavnar Býráð.
Leivur Hansen sigur, at hann á fundinum í teknisku nevnd mánakvøldið segði, at hann ikki kundi taka støðu á fundinum, men at hann fór at koma við einum tilmæli á fíggjarnevndarfundinum, sum vera skuldi í gjár.
Leivur Hansen tekur als ikki undir við meirilutanum, Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum.
? Teir, sum hava bjóðað, hava sjálvandi bjóðað eftir teimum kørmum, sum býráðið hevur givið teimum av bjóða eftir. Her var endamálið at spara pengar, og at koyrast skuldi minni. Tað, sum nú fæst burtur úr er, at tænastan verður verri, og hesum kunnu vit ikki taka undir við, sigur Leivur Hansen.
Í tilmæli sínum til fíggjarnevndina fer Leivur Hansen at skjóta upp, at tær 3,5 milliónir krónurnar, sum ætlanin er at spara, ístaðin skulu brúkast til at menna Bussleiðina, so hon verður eitt veruligt tilboð til borgararnar.
Leivur Hansen er ikki sørt óttafullur um, at býráðið ætlar at gera ein sjey ára sáttmála, har bara »smávegis broytingar« kunnu gera.
? Hetta líkist svartasta ongum. Vit síggja hvønn dag, hvussu ferðslan økist í býnum, tað verður trengri á vegunum, tørvurin á parkeringsplássum økist, og útlátið frá bilunum økist sjálvandi samsvarandi. Hetta er als ikki í tráð við tað, sum í hesum døgum fer fram í Suðurafrika, har vit hava sent okkara umvhørvisráðharra at røða við heimsins tjóðir um burðardygga menning, og hetta er als ikki í tráð við andan í Agenda 21-ætlanini, sum leggur upp til, at vit í øllum lutum taka hædd fyri umhvørvinum. Hetta er beint øvugt tí, ið allar aðrar heimsins tjóðir gera, har tey fáa kollektivu ferðsluna at gerast eitt veruligt tilboð, sum kann bæsa nógvu bilferðsluni, sigur Leivur Hansen.
Minnilutaumboðið í teknisku nevnd heldur, at vit í staðin áttu at ment Bussleiðina soleiðis, at hon koyrdi tríggjar ferðir um tíman í meldurtíðini. Um so var, so gjørdist Bussleiðin eitt veruligt tilboð, sum nógv fleiri borgarar kundu fingið gagn av, og sum tí kastaði enn fleiri pengar av sær, enn tær tríggjar milliónirnar, ið Bussleiðin hevur í inntøku árliga.
? Vit mugu gera okkum greitt, at hetta er ein tænasta ? ein tænasta, ið kostar. Gera vit einki við at menna hana, so setur tað okkum onnur krøv. Vit noyðast tá at gera stór parkeringspláss í býnum til stóra trýstið av bilferðsluni, sum bara fer at økjast. Vit mugu gera nýggjar vegir, og vit mugu samstundis staðfesta, at umhvørvið harvið verður dálkað enn meira, sigur Leivur Hansen.
? Bussleiðin er ikki eitt veruligt alternartiv, og tað verður hon heldur ikki næstu sjey árini. Tað er stórt spell, at meirilutin í Tórshavnar Byráð ikki er sinnaður at menna Bussleiðina munadygt næstu árini, heldur hann.