Bussar heiðra svenskum tjóðardegi í dag

Í dag er svenskur tjóðardagur, og tí flagga býarbussarnir í Havn við svenskum fløggum í dag.

Í Svøríki verður dagurin eisini kallaður dagur svenska flagsins, og hann er til minnis um tá Gusta Vasa varð valdur til kong í Svøríki, og at Kalmaruniónin varð upployst.

Tjóðardagurin varð settur í gildi við lóg í 1982, tó at søgan um dagin gongur nógv longur aftur, og at hann longu í 1916 var óalmennur flaggdagur.