Búskaparráðið leggur fram heystfrágreiðing

Hósdagin leggur Búskaparráðið heystfrágreiðingina fram

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

 

Framløgan verður í Aulini í Finsen í Havn hósmorgunin 1. september klokkan 10.

 

Limir í Búskaparráðnum eru:

 

Fróði Magnussen, cand.merc., formaður

Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap

Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði

Helena Andreasen, cand. merc.aud

Johnny í Grótinum, cand. polit.