Enn einaferð hevur føroyska matstovan gjørt vart við seg og fingið uppmerksemi á einum av stóru viðurkendu miðlunum í heiminum.
Hesa ferð er tað netmiðilin, Business Insider, sum hevur valt Koks út á einum serligum lista við teimum 28 bestu, fjarskotnastu og óuppdagaðu matstovunum í heiminum. Koks stendur sum nummar 16 á listanum. Nummar eitt gjørdist íslendska matstovan, Slippurinn.
Slíkar viðurkenningar eru eftir hondini næstan blivnar til gerandiskost hjá Poul Andrias Ziska og hansara toymi, men tað ger tað ikki minni flott. Koks skrivar á sínum Facebook-vanga, at tey eru sera glað fyri at vera á listanum yvir fjarskotnastu matstovurnar.
Her ber til at síggja listan hjá Business Insider Nordic: The 28 best, most remote, under-the-radar restaurants around the world