Í røðu síni fyri amerikanska fólkinum segði forsetin, at hann er sinnaður at senda 20.000 hermenn afturat til Irak fyri at steðga tí átrúnaðarliga stríðnum, og at hann er eisini til reiðar at játta meiri pengar til at byggja Irak uppaftur.
-Ein ósigur í Irak hevði verið ein vanlukka, segði Bush.
Men hann hevur ilt við at sannføra sínar egnu floksfelagar, at avgerðin at senda fleiri hermenn til Irak er tann rætti vegurin at ganga.
-Eg kann ikki taka undir við, at vit skulu senda fleiri hermenn hagar, segði republikanski senatorurin Norm Coleman í morgun. Hann verður roknaður sum ein av teimum týdningarmestu republikonsku kongresslimunum. Ein annar, Sam Brownhawk, ið verður roknaður sum møguligt forsetaevni hjá republikanarunum, segði tað sama. Undan røðuni hjá forsetanum høvdu sjey senatorar hjá republikanarunum boðað frá, at teir taka ikki undir við at senda fleiri amerikanskar hermenn til Irak.
Seinasta royndin
Republikanski leiðarin í Senatinum, Mitch McComel, styðjar ætlanina hjá forsetanum, men leggur afturat, at hetta er seinasta royndin at tryggja frið í Bagdad.
-Forsetin hevur gjørt irakska forsætisráðharranum greitt, at ger irakska stjórnin ikki sína skyldu, fara vit til hús, sigur McComel.
Demokratarnir, sum hava meiriluta í Kongressini, hava frammanundan boðað frá, at teir styðja ikki ætlanina hjá forsetanum, og tí er greitt, at Kongressin fer at venda sær ímóti ætlanini. Tað fær tó neyvan nakrar avleiðingar, tí forsetin eigur tað avgerandi orðið í uttanríkispolitiskum viðurskiftum.
Men tað politiska grundarlagið undir avgerðum hansara í sambandi við Irak er veikt, skrivar AP.










