Hevði George W. Bush hugt í bretska blaðið The Independent, áðrenn hann kom til London í gjárkvøldið, hevði hann fingið at vita, at borgarstjórin í bretska høvuðsstaðnum er alt annað enn fegin um vitjan hansara, og at hann fór ikki at fáa nakra almenna móttøku frá býnum.
-Eg viðurkenni ikki George W. Bush, tí hann varð ikki lógliga valdur. Tí fara vit at skipa fyri einari aðrari móttøku fyri øllum øðrum enn honum, segði Ken Livingstone, borgarstjóri, við The Independent í gjár. Hann legði afturat, at Bush er tann størsta hóttanin ímóti lívinum á Jørðini, og at umsitingin hjá Bush er tann mest rasistiska stjórnarumsitingin, sum USA hevur havt tey seinastu 90 árini.
Sambært bretskum fjølmiðlum var Tony Blair, forsætisráðharri, í øðini um orðini hjá borgarstjóranum, og ein av talsmonnum Blairs kvikaði sær at gera vart við, at Ken Livingstone hevur loyvi at siga tað, sum hann hevur hug at siga. Ken Livingstone var limur í Labour, men varð koyrdur úr flokkinum, tá hann í 1998 gjørdi av at stilla upp til borgarstjóravalið í London sum óheft valevni.
Ikki einsamallur
Meiningakanningar seinastu dagarnar benda tó á, at nógvir bretar eru samdir við Ken Livingstone. Í einari kanning, sum blaðið Sunday Times almannakunngjørdi sunnudagin, søgdu 60 prosent av teimum spurdu, at amerikanski forsetin er ein hóttan ímóti heimsfriðinum. Í somu kanningini svaraðu 37 prosent, at tey halda ikki amerikanska forsetan vera serliga vitugan.
At hann hevur nógvar mótstøðumenn í Bretlandi, fær Bush ivaleyst at síggja, tí fleiri felagsskapir hava boðað frá mótmælisgongum í London í dag og í morgin. Myndugleikarnir hava noktað mótmælisfólkunum at ganga fram við Parlamentinum ella Downing Street, men fyrireikararnir siga, at teir kortini ætla at geva Bush eina ábending um, at hann hevur ikki undirtøku í Bretlandi.
Miseydnað
Amerikanska trygdartænastan Secret Service stúrir fyri mótmælisgongunum, og teir, sum skulu skipa fyri næsta forsetavalstríðnum hjá Bush eru heldur ikki fegnir um mómælini. Teir bera ótta fyri, at sjónvarpsmyndirnar frá mótmælistiltøkunum fara at forkoma teirri vanligu amerikonsku uppfatanini av, at bretar taka undir við amerikonsku tiltøkunum í Irak.
Harafturat kom tað amerikonsku fyrireikarunum illa við, at fleiri avvarðandi hjá bretskum hermonnum, sum eru falnir í Irak, hava sýtt fyri at at hitta amerikanska forsetan.










