USA
Síðani atsóknirnar tann 11. september í 2001 hevur amerikanska flogvápnið havt sera neyvt eftirlit við øllum flogførum, sum koma í amerikanskt loftrúm, men kortini hava ikki færri enn 3.400 flogfør og tyrlur brotið trygdarreglurnar.
Í loftrúminum yvir høvuðsstaðnum Washington eru serligar reglur galdandi. Eitt nú hava hvørki flogfør ella tyrlur loyvi at koma inn yvir eitt øki, sum er 5.000 ferkilometrar stórt, men tað hevur víst seg at vera trupult at fáa flog- og tyrluskipararnar at halda hesa regluna, skrivar AP.
Fyri tveimum mánaðum síðani kom eitt lítlið Cessna-flogfar inn um trygdarmarkið, og tað gjørdi, at løgreglan flutti alt fólkið úr Hvítu Húsunum og Kongressini alt fyri eitt. Ein mánað frammanundan hendi tað sama, og tá bleiv George W. Bush, forseti, fluttur niður í bumbuskýlið undir Hvítu Húsunum. Í síðsta mánað fóru ávaringartólini eisini í gongd, tí tá var eitt flogfar komið ov nær frítíðarstaðnum hjá forsetanum, Camp David.
Ein hoyring í Umboðsmannatinginum fyrradagin avdúkaði, at trygdarskipanin virkar ikki nóg væl, tí samstarvið ímillum tær ymsu trygdartænasturnar er ikki nóg gott. Eitt nú kom fram, at tænasturnar ávara ikki hvør aðra, og at tær eru alt ov seinar at kunna hvør aðra, tá okkurt er á vási.