- Burturvið at leggja annað vaktarskipið

- Vit eru ímóti allari skerjing av trygd á sjónum. Vit hava eitt stórt sjóøki, sum skal dekkast, og tað megnar eitt skip ikki einsamalt, sigur Auðunn Konraðsson, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna, um ætlanina hjá samgonguni at leggja annað vaktarskipið og einans hava tað eina í sigling komandi ár.

Tað er sum partur av ætlanini um at fremja umfatandi sparingar hjá Fiskiveiðieftirlitinum, at samgongan nú ætlar at leggja annað vaktarskipið.

- Við ætlaða niðurskurðinum í játtanini og tí alsamt økta oljuprísinum og eykalutaprísunum verður neyðugt at fremja fleiri sparingar, grundgav samgongan m.a.

Hesum er Auðunn Konraðsson ikki samdur við.

- Tú tosar ikki um at niðurlaga trygd nakrastaðni, og so at gera tað á sjónum, er heilt løgið. Vit hava eina økta ferðslu av ferðamannaskipum, og um eitt skip, sum hevur fleiri túsund fólk umborð, skuldi komið í neyð, so kann eitt skip sum Tjaldrið ikki gera nógv við eina slíka støðu. Vit hava eisini havt nakrar tilburðir í seinastuni, sum prógva hvussu umráðandi tað er at hava trygdina á sjónum í lagi, sigur Auðunn.

Hann fer saman við avvarandi feløgum í nærmastu framtíð at snikka eitt skriv til samgonguna hesum viðvíknandi.