Tveir ísraelskir hermenn, sum vórðu burturfluttir seinasta summar, eru framvegis á lívi. Tað var Hizbollah, sum burturflutti teir báðar hermenninar, og burturflytingarnar vóru byrjanin til kríggið í Suðurlibanon millum Ísrael og Hizbollah.
Um vikuskiftið var franski uttanríkisráðharrin í Libanon, og har fekk hann at vita, at teir báðir hermenninir eru á lívi.
-Eg fekk vissu fyri, at samráðingarnar um at lata hermenninar leysar halda fram, og at tær ganga tann rætta vegin, sigur Bernard Koucher við BBC.










