Burturflutt genta komin afturíaftur

Ein genta, sum hvarv fyri næstan sjey árum síðani, er funnin aftur í Kalifornia. Gentan bleiv rænd frá fosturforeldrunum í september í 2003, og tað vóru tvær skyldkonur, sum burturfluttu hana.

Løgreglan í Los Angeles sigur, at hon fekk eina ábending um, at tann nú sjey ára gamla Amber Rose Niklas var hjá einari familju í býnum Phoenix í statinum Arizona.

-Tá vit komu hagar, sóu vit beinanvegin, at familjan royndi at fjala okkurt, sigur Patrick Maxwell hjá løgregluni í Los Angeles.

Hann sigur, at løgreglumenninir funnu gentuna undir einari klædnarúgvu. Tá løgreglumenninir bóðu húsfólkið um føðibrævið ella annað samleikaprógv hjá gentuni, máttu tey viðganga, at tey áttu ikki gentuna.

Við hjálp frá DNA-royndum hevur løgreglan staðfest, at talan er um Amber Rose Niklas, skrivar Los Angeles Times.