Burtur við stuðuli

ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, vil hava tey ríkastu londini í heiminum at strika stuðulin til landbúnaðin.
Annan kom við áheitanini á einum fundi við umboð fyri londini í G8-bólkinum, sum eru USA, Russland, Frakland, Bretland, Týskland, Kanada, Japan og Italia. Tey átta londini hava skipað ein bólk, sum skal umrøða, hvat kann gerast fyri at bøta um viðurskiftini hjá landbúnaðinum í pørtum av Afrika, har umleið 30 milliónir fólk eru hótt av hungursneyð.
- Tey ríku londini mugu leggja størri dent á at menna landbúnaðin, bøta um heimsmarknaðin og herða bardagan ímóti eyðkvæmi, sum drepur nógvar bøndur í Afrika, segði Kofi Annan á fundinum. Hann segði, at skal landbúnaðurin í Afrika hava ein møguleika á altjóða marknaðinum, mugu tey ríkastu londini strika almenna stuðulin til sín landbúnað. Sum er er hesin stuðul oman fyri 2100 milliardir krónur um árið.