Burtur við innkøstum

Arsene Wenger, manager hjá Arsenal, heldur, at innspark eigur at avloysa innkast á einum fótbóltsvølli. Partvíst heldur hann, at hetta hevði sett meira ferð á spælið, og partvíst heldur hann, at nøkur lið hava fyrimun av hesum. Eitt nú Stoke, sum í Rory Delap hevur helst vandamestu innkøstini í heiminum. – Hjá Rory Delap er eitt innkast tað sama, sum tá onnur skulu sparka bóltin inn. So tað hevði verið meira fair, um vit bara nýttu innspark, sigur Wenger.