Sólvit Nolsø
Seinastu tíðina hava røddir verið frammi, ið siga, at rasisma blómar á føroyskum fótbóltsvøllum. Hetta skal steðgast og ongantíð ov skjótt.
Eg sat við áhuga og lurtaði eftir Alex dos Santos í Dag og Viku týsdagin 22. mai.
Evnið hetta kvøld var rasisma á fótbóltsvøllinum. Líkt er til, at rasisma millum fótbóltsspælarar og millum fótbóltsfjepparar, er blivin ein trupulleiki. Seinasta dømi vit hava, er frá dystinum millum LÍF og ÍF í 1. deild. Har er venjarin hjá LÍF lagdur undir at rópa ókvæmisorð eftir einum myrkum spælarar hjá ÍF. Hesi ókvæmisorð vórðu søgd at verða beinleiðis rasistisk, tí tey vórðu tengd at uppruna og húðarliti spælarans. Hetta er tíverri ikki fyrsta og einasta dømi, ið vit hava um rasismu á fótbóltsvøllinum. Alex dos Santos var sjálvur frammi í fjølmiðlunum í fjør, har hann vísti á, at hann hevði upplivað at verða háðaður vegna sín húðarlit, í dysti millum EB/Streym og B36. Sum áskoðari havi eg eisini sjálvur upplivað summi hava útrópt rasistisk og háðandi vendingar. Hetta hoyrir ongastaðni heima, tí samstundis sum hetta er ótrúliga niðurgerandi fyri offurini av rasismu, er tað eisini at tillátursgera seg sjálvan. Vit skriva 2007 og álvaratos! Eru vit ikki komin longur fram leið enn sum so viðvíkjandi rasismu?
Trupulleikin er so ikki “bert” rasistisku rópini og tað, sum tað er í sær sjálvum. Ein líka stórur trupulleiki, ið stendst av hesum býttleikum er, at umdømið kring fótbóltsspælið lækkar samstudis sum rasismusakirnar hækka. Spurningur er so, um ikki tað var frægari at umdømið hækkaði og rasisman lækkaði?!
Ein kann seta seg niður eina løtu og hugsa um, hvat fótbóltur í veruleikanum er. Ella rættari sagt, eigur at verða. Fótbóltur er eitt spæl, ið verður spælt av liðum. Legg til merkis orið lið og ikki einstaklingar. Eitt lið verður sjálvandi samansett av einstaklingum, ið nýta sínar einstakar førleikar til at berjast saman sum eitt lið. Teir einstøku førleikarnir eru fínir í sjálvum sær, men bera ongan veg einsamallir. Hvør einstakur á einum liði krevur at verða virdur. Eingin undantikin. Allir vilja verða virdir fyri tað, ið teir duga og kunnu. Hetta skal eisini verða so, men hví so vanvirða orsaka av húðarlitið? Hvør og ein krevur at verða virdur, men hví so vanvirða onnur, tá tú krevur at verða virdur sjálvur? Summi ting eru ring at skilja og hetta er eitt afturat.
UEFA og FIFA hava leingi ført átøk móti rasismu. Ført hevur verið fram, at fótbóltur er eitt spæl, ið so nógv fólk elska og tí krevst at virðingin rundanum fótbóltsspælarar og viðhaldsfólk eru í topp, tí alt annað oyðileggur fótbóltin. Og tað er eisini sannleiki í hesum. Fótbóltur hevur gjøgnum árini ment seg til at verða tað spælið í heiminum, ið flest fólk fylgja við. Summi leggja sín gerandisdag eftir fótbóltinum. Summi leggja lív sítt eftir fótbóltinum. Havandi hetta í huga, so eigur ein at hugsa seg um. Tá so nógv fólk kring heimin eru fjepparar, er tað eingin loyna, at fótbóltsspælarar verða dyrkaðir á ymsar hættir. Teir eru idol hjá milliónum. Tey flestu vilja verða sum teir. Tá burdi tað sagt seg sjálvt, at fótbóltsspælarar royna at verða góð dømir fyri, hvussu ein skal uppføra seg. Bæði á vøllinum og uttanfyri. Spælarar sum Samuel Eto´o og Lillian Thuram, báðir Barcelona, hava verið nógv frammi í stríðnum móti rasismu og tað er sovorið, ið skal til. At menn traðka fram og seta fótin fyri hesum. Eg haldi, at spælarar her heima skuldu gera tað sama. Um trupulleikin er so stórur, sum Alex dos Santos sigur, so má okkurt gerast. Tað skal steðgast og ongantíð ov skjótt!
Í nógv ár hava ítróttarsambond striðst við doping, tí hetta oyðileggur spælið. Ikki skal verða loyvt at skumpa sítt ídni og orku ólóligan hátt. Nógvir dómar eru feldir og ofta er dómurin harður. Onkur skal halda seg burt frá síni ítrtóttargrein í fleiri mánaðir og onkur hevur fingið upp í ársdómar.
Tá rasistiskar støður kunnu prógvast, haldi eg ikki at dómurin skal verða linari enn hann fyri m. a. doping. Tá tú straffast somikið hart fyri at dopa teg sjálvan, hví kann ein so ikki dømast hart fyri at niðurgera onnur, sum ikki hava biði um tað?