Burn Showdown: Pætur skal kappast í "Men´s Physique"

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Pætur Breckmann (Men´s Physique) og Biritu Joensen (Bikini Fitness)

Ein av kappingunum við flest luttakarum er Bikini fitness kappingin, sum byrjar klokkan 19 leygarkvøldið.

 

 

Kappast hevur verið í Bikini fitness síðan 2015, tá Linda Oliversdóttir vann fyrta plássið. Í 2016 fór Ruth Poulsen avstað við sigrinum, meðan, Oda Kjartansdóttir Strøm vann triðju kappingina.

 

 

Innan fitness heimin eru fýra ymiskir bólkar at kappast í hjá kvinnum: Bikini fitness, body-fitness, physique og bodybuilding. Tað, ið eyðkennir Bikini fitness er tann meiri kvinniligi formurin, tónaðu vøddarnir og hægsta feitt prosentið av teimum fýra bólkunum. Poseringarnar hjá kvinnunum skulu vera bleytar og femininar við jøvnum rørslum. Tær skulu vísa seg framman ífrá, frá síðunum og aftanífrá, verður sagt í lýsingini av kappingini.

 

 

Bikini Fitness:

 

Barbara Jensen

Ann-Sofie Lykke Gustavsen

João Carlos Soeiro Paulo

Heidie Strandgaard Hansen

Sarah St. Clair Norton

Pernille Kjellstrøm

Berit Madsen

Nina Norden Andersen

Britt Kristine Thorhauge Christiansen

Elisabet Dam Jacobsen

Ann-Sofie Gustavsen

Birita Joensen

Bina Ólavsdóttir

Nicolai Crovato Lyhne

Eva Behrmann

Natasja Skoglund.

 

 

 

 

 

 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Pætur Breckmann (Men´s Physique) og Biritu Joensen (Bikini Fitness).

 

 

Pætur Breckmann hevur vant nógv til Men´s Physique kappingina, og hann greiðir frá, at tað hevur kravt nógv tol frá arbeiðsgevaranum, Teldutænastuni, sum hann er takksamur fyri hevur víst honum alla vælvild.