Ein dystur var leiktur í Burn mansdeildini í kvøld.
Í høllini á Hálsi í Havn tók oddaliðið, Kyndil móti nýklaktu steypavinnarunum, H71.
Dysturin endaði við javnleiki 34-34. Í steðginum var eisini javnleikur. 16-16 var støðan í steðginum.
Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Kyndil á odda 34-32. Men við tveimum málum hjá Jákupi Egholm knógvaði H71 eitt stig.
William Skovsager var við 12 málum stórskjútti hjá Kyndli. Toppskjútti hjá H71 við átta málum var Rókur Ziskason.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin og støðuna:
##med2##
##med3##













