Bummgjaldið verður IKKI avtikið enn

Vágatunnilin er ikki goldin enn og tað er ikki grundarlag er ikki fyri at gera koyringina ókeypis

Tað fer ikki at verða ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin. Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður.

 

Í lógini stendur, at tá ið útveganarkostnaðurin er goldin, skal tunnilin handast landinum fyri einki

 

Síðani hevur eitt eljustríð verið um, hvat útveganarkostnaðurin er. Jørgen Niclasen, og onnur, tvíhalda um, at tað er tá ið lánið er goldið. Onnur halda upp á, at tað er ikki fyrrenn landið eisini hevur fingið partapengarnar aftur, sum vórðu settir í tunnilin.

 

Á aðalfundinum í Vágatunlinum í 2015, har Landið er einsamallur partaeigari, varð samtykt, at tunnilsgjaldið skuldi avtakast í desember í ár, tá ið lánið er afturgoldið.

 

Og Jørgen Niclasen, løgtingsmaður, hevur nú spurt løgmann um ætlanin er at halda tað samtyktina.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at á seinasta aðalfundi, sum var í vár, varð ein nýggj samtykt gjørd, sum sigur, at bummgjaldið skal ikki takast av.

 

Løgmaður vísir eisini á, at undanfarna samgonga hevur mett um støðuna, og har er niðurstøðan, at tunnilin er ikki afturgoldin, fyrrenn bæði lánið og partapengarnar eru goldnir.

 

Løgmaður sigur, at hann er samdur í hesi tulkingini. Hann vísir eisini á at í 2013 heitti nevndin fyri Vágatunnilin á sakførara um at meta um málið, og eisini hann er samdur í, at tunnilin er ikki goldin, fyrrenn alt er goldið, bæði lán og partapeningur.

 

Tí er ikki grundarlag fyri at gera koyringina í Vágatunlinum ókeypis tá ið tulkingin av lógargrundarlagnum so greitt vísir, at uppruna ætlanin við lógaruppskotunum var, at allur útveganarkostnaðurin skuldi gjaldast aftur.

 

Men løgmaður staðfestir eisini at í undanfarnu samgongu, har Jørgen Niclasen var landsstýrismaður, boðaði hann frá, at hann fór at leggja uppskot fyri Løgtingið, har tað varð skorið út í papp, at koyringin skuldi vera ókeypis, tá ið lánið var goldið í desembr í ár. Hetta skuldi hann gera fyri at fáa ein enda á ósemjuni um, hvussu lógin skuldi tulkast.

 

Men her kann leggjast afturat, at hann legði aldrin nakað uppskot fyri Løgtingið um hetta.