Á løgreglustovuni í Havn kunnu teir lata bummarnar uppaftur, men tað er ein trygdarskipan, sum ger, at bummarnir fara fyri av sær sjálvum.
Teir høvdu arbeitt í tunlinum um náttina men tá bummarnir fara fyri, so má løgreglan tryggja sær, at alt er í lagi.
Tí fóru ein løgreglubilur við útrykningi úr Havn at staðfesta, um alt var í lagi. Og alt var í lagi, so eftir ein hálvan tíma ella so, kundi løgreglan lata tunnilin uppaftur.










