Annar av monnunum, sum eru mistonktir fyri at hava lagt bumburnar í Boston mánadagi, Dzhokar Tsarnaev, er eftir øllum at døma tann einasti, sum kann svara løgregluni uppá, hví tjetjensku brøðurnir valdu at spreingja tær báðar bumburnar við Boston Marathon mánadagin, sum drupu trý og særdu yvir 180 fólk.
Tí hevði tað so stóran týdning at fáa tann 19 ára gamla mistonkta brotsmannin í viðgerð, so løgreglan skjótast gjørligt kann finna fram til, hvat motið brøðurnir høvdu.
Sambært CNN so er framvegis óvist, um hann kemur undan við lívinum.
Meðan 26 ára gamli eldri bróðurin doyði í skotbardaga við løgregluna, so slapp tann 19 ára gamli við lívinum - í øllum førum fyribils. Men støaðn er álvarsom, segði Ed Davis, politikommiserur úr Boston á einum tíðindafundi, uttan tó at upplýsa, hvussu tann 19 ára gamli er skaddur.
Dzhokar Tsarnev verður viðgjørdur á Bostons Beth Israel Deaconess Medical Center.
Men hann kláraði at flýggja undan løgregluni, tá bróðurin doyði. Men eftir drúgva jagstran eydnaðist løgregluni at finna hann, tá hann goymdi seg í einum báti. Hann var svavdur í blóði og var beinanvegin koyrdur á sjúkrahús.
Undir vanligum umstøðum hevði hann verið settur fyri rættin mánadagin, men vegna serligu um støðurnar, skal hann í rættin longu í dag. Men tað veldst tó um hann verður førur fyri tað vegna skaðan, hann hevur fingið.