Bumbueind kannar húsini hjá Alpudripnum

Politiið hevur biðið fleiri av grannunum hjá dripna parinum í fronsku Alpunum umn at fara úr húsum teirra.

Tað skrivar Sky News.

Enn er ikki greitt, hví politiið hevur sperra økið av í Claygate í Surrey.

Sky News visti klokkan 10.30 at siga, at ein bumbueind kannaði húsini.

Tað kann vera, at tey hava funnið eitthvørt vandamikið, og tí ikki vilja taka nakrar kjansir, sigur Sky News reportarin, Ashish Joshi.

Brekst-irakiska parið, Saad al-Hilli og Iqbal umframt ein 74 ára gomul kona í familjuni við svenskum passi vórðu mikudagin funnin í bili sínum myrd nærhendis Annecy vatninum í landsynningspartinum av Fraklandi.

Øll vóru skotin fleiri ferðir, men sum eitt undur hórfaði 7 ára gamla dóttirin undan, tó at hon eisini vart rakt fleiri ferðir. Fýra ára gamla dóttirin lá undir líkinum av mammu síni í meiri enn 7 tímar, áðrenn hon var uppdagað