Ekstra Bladet veit í dag at siga, at løgreglan síðani leygarnáttina hevur hildið ógvuliga vakið eyga við hølunum hjá Jyllands-Postinum í Århus, sum eftir øllum at døma var bumbumálið hjá 40 ára gamla útlendinginum, sum nú er varðhaldsfongslaður í Keypmannahavn. Í gjárkvøldið kyknaði tað av álvara aftur undir bumbumálinum, sum síðani fríggjadagin hevur verið á dagsskrá í Danmark.
Ekstra Bladet veit í sunnudagsútgávuni at siga, at løgreglan í síni kanning av nú varðhaldsfongslaða 40 ára gamla útlendinginum, sum fríggjadagin gjørdi um seg á Nørrebro, hevur funnið eitt kort yvir økið í Viby í Århus, har Jyllands-Posten heldur til. Á kortinum var ringur teknaður kring hølini hjá Jyllands-Posten, og tað hevur fingið myndugleikarnar at halda, at blaðhúsið var málið hjá fremmanda bumbumanninum.
Fleiri keldur, sum fáast við kanningararbeiðið, vátta fyri blaðnum, at klokkan trý leygarnáttina vórðu boð send út um at hert vaktarhald skuldi setast kring blaðhúsið í Viby. Nógvu politistarnir vóru í skottryggum vestum, og maskinbyrsur vóru í bilunum.
Tað verður ansað væl eftir, og løgreglan spyr øll tey, sum koma í nánd av økinum, hvørji ørindini hjá teimum eru.
Bent Preben Nielsen, chefpolitiinspektørur, váttar í Ekstra Bladet sunnudagin, at løgreglan leygarnáttina herdi um vaktarhaldið og var serliga vakin.
40 ára gamli útlendingurin, sum fríggjadagin seinnapartin varð handtikin, varð í grundlógaravhoyring seinnapartin leygardagin varðhaldsfongslaður fram til 4. oktober. Fram til 20. september verður hann avbyrgdur.