Tarok Kolache var ein lítil bygd í dalinum við ánna Arghandad har suðuri í Afghanistan til ein dagin í oktober í fjør, tá amerikanski herurin bumbaði bygdina í sor. Bretska blaðið The Daily Mail skrivar, at Taliban hevði tikið ræðið í bygdini, og at tað eydnaðist teimum at steðga tveimum álopum hjá NATO-hermonnum.
Men so gav ovastin fyri NATO-deildini, David Flynn, boð um, at bygdin skuldi bumbast í sor. Flogfør sleptu meiri enn 20 tonsum av bumbum niður yvir bygdina, samstundis sum støðir á jørðini skutu fleiri rakettir inn í bygdina.
Sambært amerikonsku herleiðsluni bleiv álopið skrásett við frámerkinum ?NO CIVCAS?. Tað merkir, at einki sivilfólk doyði í álopinum. Men allir talibanararnir doyðu, og bygdin varð fullkomiliga løgd í oyði. Av trygdarorsøkum hava óheftir eygleiðarar ikki fingið loyvi at vitja staðið, har bygdin var, fyri at kanna, um sivilfólk doyðu í álopinum.
Sambært felagsskapinum Open Society Institute hevur tað oyðandi álopið á Tarok Kolache vakt ans í USA. Fleiri halda, at hesin framferðarhátturin kann gera tað trupult hjá afghanum at góðtaka, at altjóða samfelagið hevur hermenn í landinum.