Mikudagin kom frystilínuskipið Kambur aftur av Flemish Kap við umleið 210 tonsum av avhøvdaðum toski. Heimferðin tók átta samdøgur, og hetta var ein ógvuliga buldrasligur túrur allan vegin.
- Hann var vestligur í ættini, og vit høvdu hann mest sum alla ferðina inn á bakborðsloring, og tá rulla øll skip. So, her var nógv bólt á heimferðini, sigur skiparin og ein av eigarunum av Kambi, Mortan Mortensen.
Kambur hevur akkurát verið burtur úr Føroyum í ein mánaða, harav teir vóru á fiskileið á Flemish Kap í tvær vikur. 15 mans vóru við skipinum henda túrin, og skiparin heldur, at tað hevði verið betur, um teir vóru 16.
- Men, hetta bar væl til, sigur hann.
Mortan Mortensen sigur, at teir á túrinum løgdu seg eftir stórum fiski, og hetta eydnaðist eisini. Annars frættist frá føroyskum línuskipum á Flemish Kap, at toskurin var blandaður í stødd. Leiðirnar og dýpini eru í ávísan mun avgerandi fyri støddina á fiskinum.
- Vit royndu allan túrin eftir stórum fiski. Fleiri enn 30 prosent av veiðini hjá okkum er fiskur, sum er sjey kilo og størri, tá hann er avhøvdaður. Var fiskurin ikki avhøvdaður, hevði størsti fiskurin ligið um níggju kilo og uppeftir. Onnur 30 prosent av veiðini er fiskur, sum liggur millum fimm og sjey kilo avhøvdaður.
Skiparin sigur, at hetta er bæði stórur og feitur toskur, og eftir hansara tykki er fiskurin av Flemish Kap væl betri til dygdar enn tann fiskur, sum eitt nú var at fáa undir Føroyum í heyst og fram til ársenda.
Allan túrin royndi Kambur á leiðum, har hin stóri fiskurin vísti seg at vera.
Mortan Mortensen vísir á, at fiskiskapurin á Flemish Kap var góður á øllum túrinum, og ta fyrstu vikuni var so nógv at fáa, at teir lógu stillir umleið helvtina av tíðini og kruvdu, avhøvdaðu og frystu.
- Eg vil siga, at fiskiskapurin á meginpartinum av túrinum var so góður, at tú fekst tað, tú kláraði at frysta. Hevði frystiorkan verið størri, høvdu vit havt fiskað okkara part eftir færri døgum.
Mortan Mortensen sigur, at onkra løtu var ikki veður at fiska, og tá mistu teir eisini tíð, men tað var serliga frystingin, sum á túrinum var fløskuhálsurin.
Uppundir endan av túrinum hjá Kambi á Flemish Kap gjørdi skiparin av at gera eitt legg inn á grunnin - ella inn á Grótryggin, sum teir plagdu at rópa leiðina. Tað tók einar seks tímar at sigla á hesa leið, og her royndu teir á umleið 90 favna dýpi, men her var púrasta oyði fyri fisk.
- Eg valdi at royna hesa leið, tí mær vitandi hevur einki av føroysku línuskipunum verið her í langa tíð, og eg roknaði tískil við, at fiskur var at fáa. Her plagdi altíð fiskur at vera, og eg havi sjálvur verið við til at fingið nógvan fisk her.
Hann vísir á, at í sínari tíð, tá føroyingar høvdu tey gomlu saltfiskalínuskipini á Flemish Kap, plagdu teir at kappast um at sleppa at royna her.
- Men, hesaferð var eingin veiða - ja, eg kann siga, at fiskiskapurin var 0.
Tískil ásannar Mortan Mortensen, at hetta rend inn á grunnin upp undir endan av royndini á Flemish Kap var eitt totalt kiks, sum hann tekur til. - Um tað kanska er gýtingin, sum hevur órógvað - ella um tað eru aðrar orsøkir - dugi eg ikki at siga, men her var steindeytt, leggur hann aftrat.
##med2##












