Ein maður fyrst í fýratíárunum er varðhaldsfongslaður í fýra vikur, undir illgruna fyri at hava bukað fyrrverandi unnustu sína sunnumorgunin.
Sunnumorgunin fekk løgreglan í Havn eina uppringing frá eini kvinnu í neyð. Fyrrverandi maki hennara hevði bukað hana og hon hevði brúk fyri hjálp. Tveir minuttir seinni var løgreglan á staðnum á bústaði hennara, har tey funnu løstaðu kvinnuna og mannin, sum nú er varðhaldsfongslaður, tí hann er undir illgruna fyri at hava bukað kvinnuna.
Kvinnan varð flutt á sjúkrahúsið til kanningar, meðan løgreglan tók mannin við sær á støðina. Eftir grundlógarhoyr seinnapartin sunnudagin varð avgjørt at varðhaldsfongslað mannin í fýra vikur. Hetta gera tey av fleiri orsøkum, millum annað ynskja tey at sleppa undan, at maðurin fremur harðskap aftur, tí tey hava grundaðan illgruna um, at tað kann koma fyri. Eisini ynskja tey, at varðhaldsfongslaði maðurin ikki skal hava møguleika at ávirka kvinnuna á nakran hátt, meðan málið verður kannað.
Tað, sum løgreglan millum annað kannar, er okkurt blóðplettað klædnaplagg og seingjaklæði. Eisini skulu blóðroyndir staðfesta, um rúsdrekka ella rúsevni vóru uppi í leikinum.
Sambært ákæranum í málinum styrkja kanningar av kvinnuni á sjúkrahúsinum illgrunan um, at varðhaldsfongslaði maðurin hevur bukað kvinnuna.