BUBU stroymar

Nógvur tónleikur verður stroymdur í hesum døgum, og børnini verða heldur ikki gloymd. Leygardagin fer klovnurin BUBU at stroyma

Í morgin klokkan 17 verður beinleiðis stroyming, har BUBU saman við tónleikarum fer at syngja og spæla, samstundis sum hann fer at práta við tey, ið skriva inn, meðan sent verður.

Eisini er ætlanin at gera okkurt ítriv, ið kanska kann nýtast, nú páskirnar standa fyri durum, og eisini verður ein søga á skránni.

Tað er í sambandi við at BUBU nú er við at runda tær 5 milliónirnar vísingarnar á youtube, at hetta við stroymingini skal roynast, sigur BUBU í tíðindaskrivi.

BUBU hevur nógv tilfar liggjandi, millum annað sangir, søgur, filmar og tilfar um málmenning.