Tá Bubu í gjár hevði framførslu í samband við nýggjárið, so var tað fyri síðstu ferð.
Hann gevst nú at framføra.
Tá Finn Johannessen, maðurin aftanfyri Bubu-grímuna, í gjár gjørdi samrøðu við KVF, avdúkaði hann, at hann helt stundin var komin at leggja nøsina á hillina. Bubu fer í dvala - í hvussu er fyribils.
Tá eg ikki kenni at tað er áhugavert og spennandi longur, so havi eg lovað mær sjálvum at gevast. Tann løtan er hóskandi nú.
Nøkulunda soleiðis segði Finn Johannessen við KVF í gjár.
Sostatt verður tað ikki Bubu, ið fer at undirhalda børn og barnsligarsálir í 2024. Um hann kemur aftur í aftur er so spurningurin, sum bert tíðin vil vísa.