Børn kring alt landið taka stórliga undir við tilfarinum, sum verður framleitt um klovnin Bubu. Komandi sunnudag verður enn ein filmur tøkur á YouTube, har Bubu er í jólahýri norðuri í vetrarvøkru bygdini, Kunoy.
Leygardagin liggur leiðin hjá Bubu í Sundalagið. Tiltakið við Bubu byrjar klokkan 16 í Hvalvíkar Kirkju og heldur so áfram í Missiónshúsinum í Hvalvík klokkan 17.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Finn Johannesen greiða frá øllum Bubu tekst við í hesum døgum.