BTSF heldur føðingardag

Tað eru í ár liðin 35 ár síðani Borðtennissamband Føroya varð sett á stovn.

Í vár vóru 35 ár síðani Borðtennissamband Føroya varð sett á stovn, og í tí sambandi verður skipað fyri føðingardagskapping leygardagin. Kappingin, sum samstundis er 2. umfar í GP-røðini, verður í høllini í Trongisvági kl.10.00.


Fyrsti formaður í Borðtennissambandi Føroya í 1980 var Ronnie Midjord av Tvøroyri. Í løtuni eru fýra aktivir borðtennisfeløg limir hjá borðtennissambandinum. Tey eru Tór úr Havn, TBF av Tvøroyri, Purkan úr Porkeri og Royn úr Hvalba.


Borðtennissambandið sigur seg vóna, at nakrir sonevndir 'eldri' leikarar hava hug til at luttaka í føðingardagskappingini, tí um undirtøka verður fyri tí, verður skipað fyri kappingum í aldursbólkunum old boys og old girls.