Brynjar Hlöðversson hevur funnið sær nýtt felag

Stríðshugaði miðvallarin verður ikki at síggja í føroyskum fótbólti

Brynjar Hlöðversson hevur í dag gjørt sáttmála við íslendska felagið Leiknir, sum er barndómsfelagið hjá stríðshugaða miðvallaranum.

Tað er eitt sindur síðani, at bolt.fo kundi boða frá, at HB ikki hevði áhuga í at leingja við karismatiska miðvallaran, sum var ein favorittur hjá viðhaldsfólkunum hjá HB.

##med2##

Tað hevur ljóðað at ÍF, er eitt av møguliga fleiri føroyskum feløgunum, sum hava havt eyguni eftir Brynjari Hlöðversson, eftir at tað bleiv greitt at hann ikki helt fram í HB. Hann kom við Heimi Guðjónsson til HB í 2018, og vann FM og Løgmanssteypið.

Eisini kann nevnast, at Dánjal á Lakjuni, ið júst hevur gjørt sáttmála við ÍF, hevur spælt við Leiknir.