Bryne: Hann er av størstu talentunum í Føroyum

Noah Mneney verður kallaður eitt av størstu talentunum í Føroyum

Víkingur hevur selt 20 ára gamla Noah Mneney til norska Bryne FK í næstbestu deildini. Partarnir hava gjørt ein trý ára sáttmála. Í Bryne FK eru tey fegin um, at fuglfirðingurin í Vìkingi hevur skift. Teirra millum er ítróttarstjórin, Roger Eskeland.

 

- Hetta er ein ungur spælari við stórum møguleikum at menna seg nógv. Hann er longu ein góður spælari, sum Bryne skal menna víðari, sigur Roger Eskeland.

 

– Det er en ung spiller med et enormt utviklingspotensiale. Han er allerede en god spiller som kommer til Bryne for å ta videre steg.

 

Eisini venjarin hjá Bryne FK, Kevin Knappen, hevur nógv rós at bera Noah Mneney. Hann kallar hann millum annað eitt av størstu talentunum í Føroyum.

 

- Noah er eitt av størstu taletunum í Føroyum. Umframt at spæla á miðjuni, so kann hann eisini spæla sum miðverji og bakkur. Hann er ein stríðsmaður, sum rennur og arbeiðir hart. Hann er sterkur í tvídystunum og góður á bóltinum, sigur Kevin Knappen.

 

Sjálvur hevur Noah Hans Mneney bara ein viðmekring. ”Eg droymi um at spæla á so høgum stigi sum gjørligt”.