Mangt bendir á, at føroyingar framyvir ikki noyðast at fara í Rúsuna, um teir ynskja at keypa sær sterkt øl. Ein meiriluti í tinginum hevur í kvøld samtykt eitt broytingaruppskot við 2. viðgerð, ið tekur einkarrættin at selja sterkt øl frá Rúsini.
Tað er eitt broytingaruppskot til uppskotið hjá Magna Laksáfoss, tingmanni, um at bryggjarí skulu sjálvi sleppa at selja alt tað, tey sjálvi gera av rúsandi løgi, eisini sterkt brennivín, ið er samtykt í kvøld.
Ein minniluti í vinnunevndini, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen úr Tjóðveldi, og Bjarni Hammer úr Javnaðarflokkinum, mæltu nevniliga til, at Rúsan skuldi missa sín einkarrætt til at selja sterkt øl, men varðveita restina.
Hesum tóku 13 tinglimir í kvøld undir við, tá uppskotið var til 2. viðgerð, meðan 8 tinglimir atkvøddu ímóti uppskotinum. Sostatt fer uppskotið víðari til 3. viðgerð.
Talan er um eina samtykt, ið gongur móti fakligum tilmælunum. Blái Krossur, Heilbrigdi, Fólkaheilsuráðið og Rúsdrekkasøla Landsins hava øll víst á, at jú lættari atgongd fólk hava til rúsdrekka, jú meira verður drukkið.