Bryan Rice á Summar Festivalin

Besta popprøddin í Danmark verður at hoyra á Summar Festivalinum í august. Bryan Rice, sum gjørdist kendur hittinum No Promises, kemur til Føroya við bólki at spæla

Hann verður roknaður sum ein tann besti poppsangarin í Danmark. Røddin er framúr góð, og sangirnir, sum hann hevur spælt inn í samstarvi við kendar sangskrivarar og framleiðarar, eru komnir víða og hava fingið sera góða undirtøku.
Bryan Rice er tann eyðagóði og vinarligi poppsangarin, sum gjørdist kendur víðahvar – eisini í Føroyum – við risahittinum No Promises. Síðani hava aðrar stakfløgur hjá honum eisini staðið seg væl í Danmark, og nýggj fløga er í umbúnað.
Bryan Rice var til Planet Awards fyrr í ár, og tá sang hann nakrar fáar sangir. Í summar kemur hann aftur til Føroya við øllum sínum bólki, og tá fer hann at spæla eina veruliga konsert við øllum sínum kendu sangum á Summar Festivalinum.

Røddin gjørdi útslagið
Bryan Rice er 27 ára gamal. Hann er uppvaksin í býnum Viby á Sælandi, og hann hevur verið virkin í tónleiki í nógv ár. Hann hevur sungið í einum stórum gospelkóri – og ger tað framvegis – og hann hevur verð brúktur nógv sum studiosangari. Eisini sum kórsangari á øðrum popphittum – til dømis From Paris To Berlin hjá Infernal og á Jukebox hjá Bent Fabric.
Framleiðarin Remee, sum skrivaði sáttmála við Bryan Rice og hevur givið tónleikin hjá honum út á sínum egna plátufelagi, Boom! Records, heldur, at Rice er størsta talentið í donskum tónleiki í nógv ár.
- Eg gjørdi sáttmála við hann, uttan at hava hitt hann. Eg kendi hann ikki, og eingin kendi hann. Hann arbeiddi í móttøkuni á Hotel Scandic, men eg ivaðist ikki í hansara møguleikum. Tað eru nógv ár, síðani eg havi hoyrt ein danskan sangara við so stórum altjóða potentiali sum Bryan Rice, sigur Remee á heimasíðuni hjá Bryan Rice.
Og tað er okkurt, sum bendir á, at Remee hevur rætt, tí tað hevur gingið strúkandi hjá Bryan Rice, síðani fløgan hjá honum kom út í Danmark í fjørvár. Í august verður so møguleiki at hoyra donsku poppstjørnuna á palli á Summar Festivalinum.